|
|
|
Prísir á tænastuveitingum hjá Hagstovu Føroya
Hagstova Føroya almannakunnger hagtøl á heimasíðuni.
Nógv venda sær tó til Hagstovuna eftir upplýsingum - bæði slíkum, sum longu eru almannakunngjørdir og slíkum, sum ikki hava verið frammi fyrr. Gjald verður tikið fyri arbeiði av fyrispurningum. Slíkar, sum vit kunnu svara í telefon í eini handavending, taka vit tó ikki gjald fyri.
Umframt fast avgreiðslugjald, verður goldið fyri tímanýtslu, fyri hvussu umfatandi fyrispurningurin er og fyri pappír og postgjøld, um útskrivast og sendast skal.
Prísir: Avgreiðslugjald kr. 50,- Tímagjald (min. hálvur tími kr. 250,-) kr. 500,- Pappír (> 25 pappír) Kr. 1,- Porto
|
 |
|
|