48.940 fólk búðu í Føroyum 1. juli
Fólkatalið veksur støðugt í Føroyum. Aftur er talan um met. Ongantíð áður hava so nógv fólk búð í Føroyum. Í tólvmánaðar skeiðinum 1. juli 2008 til 1. juli 2009 gjørdust vit 293 fleiri fólk í Føroyum, harav burðaravlopið var 261 og nettoflytingin til Føroya var 32 fólk.
Í tali er fólkavøksturin størstur í Suðurstreymoy, meðan størsti lutfalsligi vøksturin var í Koltri har talið av fólki vaks úr tveimum upp í fimm, ið er ein vøkstur uppá 150 prosent. Fólkavøkstur er í Viðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágoy og Koltri meðan talið av fólki í hinum oyggjunum fækkast ella stendur í stað. Í talið er størsta minkingin í Suðuroy, har tey fækkaðust við 82 fólkum.