|
|
|
Vaksandi fráflyting og fallandi burðaravlop
Fólkatalið 1. juli 2012 var 48.459, ið er 195 fólk færri enn 1. juli 2011.
• Í hesum 12-mánaðar skeiði vórðu 586 børn fødd, meðan 401 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 185. Tað eru 80 minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði.
• Samstundis fluttu 1.651 fólk av landinum, meðan 1.271 fluttu til Føroyar, ið gevur eina nettoflyting av landinum uppá 380 fólk. Tað eru 104 fleiri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði.
|

|
|
Stórt fall í burðaravlopinum
Síðstu árini er burðaravlopið (avlopið millum fødd og deyð) minkað javnt og samt. So seint sum í 2004 var tað 334, so at tað nú er komið niður um 200 er eitt ógvisligt fall upp á so stutta tíð. Orsøkin er ikki, at føðitíttleikin hjá einstøku kvinnunum í burðarførðum aldri er minkaður so nógv – hann er enn ein tann hægsti í Europa – men at tað er minkað so nógv burtur av ættarliðnum av ungum kvinnum í burðarførum aldri. Tær eru blivnar ov fáar til at kunna halda føðitalinum uppi.
Fólkatalið minkar, tí fráflytingin er nógv størri enn burðaravlopið
Við áhaldandi fráflyting, sum nú er munandi størri enn burðaravlopið, tykist tann skeiva gongdin í fólkatalinum at halda fram. Tá hetta stendur við í fleiri ár, sum vit nú hava sæð, koma vit inn í eina ónda ringrás, har fráflytingin tekur so nógv burtur av ungu ættarliðunum, at tilgongdin av børnum og ungum verður støðugt minni. Eitt er, at tað minkar um fólkatalið, men annað er, at tað skeiklar aldurssamansetingina í fólkinum millum ung og eldri.
|

|
|
Hvussu verður í 2012, ber ikki til at siga nakað um enn, tí tann alstóri parturin av fráflytingini fer fram beint eftir summarfrítíðina, tá ungdómurin fer av landinum í stórum tali. Hetta er sama mynstrið ár eftir ár. Sum myndin vísir, er nøkulunda javnvág millum tilflyting og fráflyting hinar tíðirnar av árinum, men stóri ójavnin er í 3. ársfjórðingi, har vit fáa ta stóru nettofráflytingina. Tað, sum kann broyta gongdina, er tí helst ein spurningur, um tilflytingin kann verða størri hinar ársfjórðingarnar. Fyrsti og annar ársfjórðingar í ár samanlagt boða tó ikki frá nakrari broyting, tó at heimflytingin í 2. ársfjórðingi í ár var størri enn undanfarnu árini.
Stóru munur millum kommunurnar í flyting og burðaravlopi
Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í fólkatalinum, býtt á kommunur. Fólkatalið minkaði í 21 kommunum, vaks í 8 kommunum og var óbroytt í einari kommunu.
• Størsti vøksturin við var í Vága, Vestmanna, Klaksvíkar og Kvívíkar Kommunum. Hetta kemst ávikavist av stórum burðaravlopi og/ella tilflyting.
• Størsta minkingin í fólkatalinum var í Tórshavnar, Eystur, Sunda og Sørvágs kommunum, og er tað serliga tann stóra nettofráflytingin, ið ger munin. Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsa, Skálavíkar, Sumbiar og Sands kommunum.
• Stórur munur er millum kommunurnar í burðaravlopi og flyting. T.d. er burðaravlopið bert 3 í Klaksvíkar kommunu og 110 í Tórshavnar kommunu. Hinvegin er tilflyting á 9 til Klaksvíkar og fráflyting á 183 úr Tórshavn.
|

|
|
Størsta minkingin er í Eysturoy
Síðsta talvan vísir broytingar í fólkatalinum, býtt á økir.
Fólkatalið minkaði í øllum økjum uttan Norðoyggjum. Mest í Eysturoy, har minkingin var 80 fólk, av eini minking uppá 195 fólk fyri alt landið.
|

|
|
Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum
|
|
|