Hægri prísir og minni av fiski
- Hóast nøgdin av útfluttum fiski er minka, er samlaða virði vaksi.
Fyri flestu fiskasløgini hevur prísurin fyri hvørt útflutt kg. verið hægri í ár, samanborið við somu tíð í fjør.
Vit útfluttu 18 tús. tons minni av fiski, fyrstu 5 mánaðirnar í ár. Hetta er ein minking uppá 15%, men samlaða virði av fiskinum vaks 4%.
Útflutningurin av alifiski er nógv minkaður. Útflutningurin av laksi er minkaður ein triðing og av sílum tveir triðingar. Hóast hetta er samlaða virði av laksinum áleið tað sama sum í fjør.
Svartkjafturin er eisini meira verdur í ár. Nøgdin er áleið tann sama sum í fjør, meðan virði er trífalt so stórt.
Av fiskasløgum har tað er gingið hin vegin kunnu vit nevna rækjurnar. Har er nøgdin minka 15% og virði er minka 36%.