Hagstova Føroya > Tíðindagoymsla > Avreiðingar juni 2010
 

Hægri avreiðingarvirði

Nýggjastu avreiðingartølini fyri fyrra hálvár 2010 eru nú tøk í hagtalsgrunninum

Fyrra hálvár 2010 vísur í mun til fyrra hálvár 2009, at samantalt er avreiðingarnøgdin minkað nakað, meðan avreiðingarvirðið er vaksið 16%. Tað kann tí samanumtikið staðfestast, at fiskaprísirnir hava roynst betri fyrra hálvár 2010 í mun til sama tíðarskeið 2009.

Um hugt verður eftir teimun týðandi fiskasløgunum sæst sama rákgongd. Tað er munandi minni avreitt av upsa higartil í ár. Tó er tað avreidda virðið á upsanum áleið tað sama sum í fjør. Virðið á toskinum er økt áleið 50%, meðan nøgdin av toski er vaksin 30%. Hýsufiskiskapurin hevur verið nakað tann sami í ár, meðan avreidda virði á hýsuni er økt við nærum einum triðingi.

Fyri at síggja tær størstu broytingarnar hetta fyrra hálvárið í mun til í fjør skal hyggjast eftir nøkrum av fiskasløgunum, sum í talvuni eru bólkað undir ”annar botnfiskur”. Fiskasløgini brosma, longa, og blálonga hava samantalt nærum tvífalda sítt avreiðingarvirði higartil í ár í mun til í fjør – úr góðum 30 milliónum í 2009 til smáar 57 milliónir í 2010. Avreidda nøgdin á hesum fiskasløgum er higartil í ár samantalt vaksin við áleið eini helvt.