Hagstova Føroya > Tíðindagoymsla > Herðaklapp frá ST 2012
 

Herðaklapp frá ST til Hagstovuna

Í árligu áheitinini frá ST til alheimsins lond um at senda inn hagtøl um tjóðarroknskapir landins, vísir ST hesiferð á, hvussu fullfíggjað uppgerðin frá Hagstovu Føroya er.

Hagstalsstovnurin undir ST ger á hvørjum ári eitt yvirlit yvir tjóðarroknskapirnar í øllum heimsins londum. Trupult kann vera at fáa londini at lata fullfíggjaði tøl inn, sum kunnu samanberast. Í fjør lat Hagstovan fyri fyrstu ferð hagtøl um tjóðarroknskapin inn til ST. Og ST-stovnurin er so væl nøgdur við uppgerðina frá Hagstovuni, at stovnurin nú brúkar hesa uppgerð sum fyrimynd, tá heitt verður á hini londini um at senda inn teirra hagtøl.

Tað er John Jacobsen á Hagstovuni, sum hevur hagtølini um tjóðarroknskapin um hendi.

Serligt áhugaði kunnu finna hagtalsleistin við tølunum hjá Hagstovuni her:

http://unstats.un.org/unsd/nationalaccount/docs/MADTsample.pdf