Hagstova Føroya > Tíðindagoymsla > Innflutningur olja 20060424
 

Oljan - prísvøxtur um 40%

Í 2005 innfluttu vit 237 túsund tons av oljuúrdráttum (Pos.2710 í tollskránni), afturímóti 250 túsund tonsum í 2004. Hóast hesa minking í nøgd, so var myndin tann øvugta, tá talan er um virðið av oljuinnflutninginum, tí í virði innfluttu vit í 2005 fyri 692 miljónir, afturímóti 508 miljónum í 2004. Hóast innflutt vóru 13 túsund tons minni av oljuúrdráttum í 2005, var innflutningsvirðið slakar 200 miljónir meira.

Tað er serliga hetta seinasta árið, at prísirnir fyri oljuúrdráttir sum kyndingarolju, bensin og diselolju eru farnir munandi upp. Miðal innflutningsprísurin fyri kyndingarolju (f.o.b.) í 2004 var 1.927 krónur fyri tonsið, men í 2005 var prísurin í miðal 2.808 krónur tonsið, sum er 881 krónur meira fyri tonsið. Prísvøxturin er 46% millum hesar báðar miðal ársprísir.

Prísvøxturin fyri bensin var 884 krónur fyri tonsið, sum er 36% meira. Fyri dieselolju var prísvøxturin 1.018 krónur, sum er 43% meira enn prísurin í 2004.




Fleiri tøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum