Innflyta meira tilfar og maskinur
- Men innflutningurin av húsarhaldsvørum minkar
Samlaði innflutningurin er nógv vaksin í ár, samanborið við í fjør. Fyrstu 7 mánaðirnar hava vit innflutt fyri 1,2 mia. kr. meira, men tað vóru skip og flogfør, sum áttu nógv størsta partin av vøkstrinum.
Uttan skip og flogfør vaks innflutningurin 12% ella góðar 300 mió. kr.
Tað er vinnan, sum innflytur meir av tilfari og maskinum. Vit hava innflutt ein góðan fjórðing meir av tilfarið til annan ídnað. Ein stórur partur av hesum er fiskaolja, sum verður nýtt í fóðurframleiðslu.
Av maskinum og amboðum er innflutt næstan ein triðingur meir. Ein orsøk til hetta kann vera, at føroyska vinnan hevur gjørt seg út til at taka ímóti einum størri parti av makrelinum í ár.
Í byggivinnuni er framvegis ongin vøkstur av týdningi at hóma, og sama er við innflutninginum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.
Vit hava innflutt áleið 6% meir av brennievni í nøgd, men orsakað av hægri prísi, er innfluttningsvirðið 16% hægri.