Hagstova Føroya > Tíðindagoymsla > Innflutningur juni 2012
 

Vøkstur í innflutningi gevur stórt hall á handilsjavna

Fyrra hálvár 2012 hava vit innflutt fyri góða mia. meir enn í fjør. Tað eru serliga skip og flogfør, sum við 895 mió. kr. eiga henda vøksturin.

Uttan skip og flogfør er innflutningurin vaksin við 200 mió. kr., svarandi til 9%.

Her er størsti vøksturin í tilfari til ídnaðin, sum var 113 mió. kr. meir í ár enn í fjør. Ein góður triðingur av hesum vøkstri er innflutningur av fiskaolju til fóðurframleiðslu.

Ein annar partur av økta innflutninginum er maskinur og amboð. Her er innflutningurin 57 mió. kr. ella knappliga triðingurin størri enn í fjør.

Hinvegin er ongin vøkstur at hóma í innflutningi av tilfari til byggivinnuna. Og stóri vøksturin í akførum, sum vit sóu fyrr í ár, er nú, tá fyrra hálvár er uppgjørt, bert 7%.

Gongd tykist heldur ikki verða komin á húsarhaldsnýtsluna, tí tað, sum verður innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er minkað 2% fyrra hálvár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 


 

Metstórt hall á handilsjavnanum

Nú bæði inn- og útflutningurin fyri fyrra hálvár eru gjørd upp, ber til at gera handilsjavnan fyri sama tíðarskeið. Henda uppgerð vísir, at í ár høvdu vit størsta hall á handilsjavnanum nakrantíð fyri eitt hálvár. Vit hava innflutt fyri útvið 1,4 mia. kr. meir, enn vit útfluttu fyri. Um vit samanbera við alt árið 2007, sum er árið við størsta handilsjavnahalli higartil, var hallið tá 1,465 mia. kr.

Fremsta orsøkin til at hallið á handilsjavnanum er so stórt í ár, er, at tað eru innflutt fleiri dýr og stór skip, umframt at eitt nýtt flogfar er komið til landið.

Um vit gera handilsjavnan upp uttan skip og flogfør, so var hallið 116 mió. kr.

Í fjør vóru onkur skip keypt til landið í samband við makrelfiskiskapin. Hesi vóru seld av landinum aftur seinni sama ár. Um hetta eisini ger seg galdandi í ár, vil tað í sær sjálvum føra til, at handilsjavnahallið fyri alt árið verður minni enn tølini nú benda á.

At hallið á handilsjavnanum er stórt, tí íløgur verða gjørdar í stór vinnutól, eigur ikki at órógva, tí íløgurnar verða virðisskapandi sum frá líður.

Handilsjavnin, ið fevnir um vøruhandilin við útlond, er bara ein partur av samanløgdu viðskiftum okkara við umheimin, men nógv tann størsti einstaki parturin. Samanløgdu viðskifti okkara við umheimin síggjast í gjaldsjavnanum, sum umframt handilsjavnan eisini umfatar tænastuhandilin við onnur lond, lønarinntøkur og lønarútreiðslur millum Føroyar og umheimin, rentugjaldingar og beinleiðis pengaflytingar, har danska ríkisveitingin er størsti parturin.

 


 

Dagførd innflutningstølini eru tøk í hagtalsgrunninum