Á myndini er gongdin í løntakarum seinasta árið víst sum full teljing og árstíðarjavnaða. Tað sæst týðiligt í fullari teljing, at um summarið og á jólum eru fleiri til arbeiðis enn restina av árinum. Tað ber illa til at gera niðurstøðu um hvussu gongdin er, um tað eru fleiri ella færri løntakarar, uttan so at ein samanber bæði endapunktini, sum eru apríl, og tá sæst at tað hevur verið ein lítil vøkstur í tíðarskeiðnum.
Árstíðarjavningin tekur hinvegin hædd fyri m.ø. summarfrítíðini og jólasøluni og nú sæst ein týðilig gongd sum vísir at frá apríl 2011 til november 2011 sveiggjaði tað um 23.500. Síðan november 2011 hevur tað verið ein støðug, men lítil, framgongd.
Tað er ikki so at árstíðarjavnaði tøl eru betri enn full teljing, tað er alt eftir hvat ein ynskir at lýsa og hvat endamálið við greiningini er. Endamálið við at árstíðarjavna er tí at geva brúkaranum fleiri amboð og møguleikar til at tulka og gera niðurstøður.