Ilt er at spáa – einamest um framtíðina
Ókendur (tað var ikki Storm P)
Hagstovan hevur gjørt ein frymil, ið letur brúkaran gera ymsar framrokningar fyri aldurs- og kynsbýtið í Føroyum 40 ár fram. Óvissurnar fyri framman eru stórar.
Gott hevði verið at vitað
Hvussu nógv skulu hava eftirløn í Føroyum um 25 ár? Hvat man tørvurin fara at verða á røktarheimsplássum næstu tíggju árini? Verður neyðugt at byggja fleiri skúlar? Barnagarðar? Hvussu verður eldrabylgjan? Kann meira gjaldast úr Samhaldsfasta?
Hesir spurningar kundu allir verið betur svaraðir, um vit vistu, hvussu aldurs- og kynssamansetingin í fólkinum fór at verða framyvir.
Tað kann roknast fram ...
Tí verða íbúgvafrøðingar ofta bidnir um at gera framrokningar við støði í verandi bygnaði og ymsum fortreytum um framtíðar viðurskifti viðvíkjandi føðing, deyða og flyting.
... men óvissan er stór
Hvussu framtíðar aldurs- og kynssamansetingin verður, velst heilt nógv um, hvørjar fortreytir verða lagdar til grund fyri framrokningini. Tá talan er um føði- og deyðatøl, ber hampiliga væl til at hyggja nakað fram í tíðina, tí hesi viðurskifti broytast bara so líðandi. Verri er við flytimynstrinum, sum í Føroyum hevur verið baldrut seinastu nógvu árini við ógvisligum sveiggjum báðar vegir.
Samanborið við onnur lond er flytingin í Føroyum lutfalsliga stór og broytingar í flytimynstrinum sláa sterkt ígjøgnum í fólkatalinum. Men av tí at tað mest er yngri fólk, sum flytur, ávirkar flytingin ikki stórvegis í tí eldra endanum.
Frymil Hagsstovan hevur gjørt ein framrokningarfrymil, sum roknar hvussu aldurs- og kynsbýtið verður 40 ár fram alt eftir hvussu fruktbærið, deyðiligheitin og flytingin verður framyvir. Av tí at fortreytirnar gera so nógvan mun, hava vit valt at lata brúkaran sjálvan velja
millum tilsamans 36 ymiskar samansetingar av fortreytum og harvið fáa innlit í, hvussu tær einstøku broytingarnar sláa ígjøgnum framyvir. Tilsamans eru sostatt 1.440 ymiskar framtíðarmyndir.
Frymilin er eitt Excel rokniark, sum kann heintast her
Myndin er kám, spennið er vítt
Fólkatalið
Um vit tekna øll 36 útlitini fyri fólkatalið inn í somu mynd, fáa vit sjón fyri søgn um, at framtíðin er sera óviss: Fólkatalið í Føroyum fer eftir øllum at døma at liggja onkrastaðni millum 30.000 og 70.000 um 40 ár – alt eftir, hvussu búskapurin mennir seg framyvir.
Vit síggja, at flytimynstrið ger nógv tann størsta munin. Innan fyri hvørt flytimynstrið stava teir smærru munirnir frá ymsum fortreytum í fruktbæri og deyðiligheit. Ein stórur munur á framrokningum og veruleikanum er, at meðan fortreyir verða hildnar støðugar í framrokningum, so broytast tær í veruleikanum: vit síggja til dømis ikki fleiri ár á rað við einum og sama flytimynstri.
Aldurs- og kynsbýtið
Tekna vit tær mest víðgongdu aldurspyramidurnar fyri 2048 í somu mynd sum verandi pyramidu fyri 2008, síggja við somuleiðis, at framtíðin er sera óviss. Fyri flestu aldrarnar kunnu vit ikki so frægt sum siga, um tað verða færri ella fleiri. Men tað er ikki støðan hjá aldursbólkinum omanfyri 67: har er vøkstur í øllum førum.
Gomul
Við ársbyrjan í 2008 vóru út við 6 túsund fólk 67 ár ella eldri. Á myndini niðanfyri síggja vit, at tey næstu 20-25 árini leggjast tað á hvørjum ári millum 150 og 200 aftrat í hesum aldursbólki – alt eftir hvussu deyðiligheitin verður framyvir. Í hesum aldursbólkinum eru munir í fruktbærinum ikki enn slignir ígjøgnum, og munir í flytimynstrinum byrja ikki at virka fyrr enn aftan á 2028. Men eisini í hesum aldursbólkium síggja vit, at óvissan er stór, tá vit rokna 40 ár fram.