Hagstova Føroya > Talt&Hagreitt > Inntøka > Fátækraváði og inntøkuójavni í ymiskum húskisbólkum (2010)

Fátækraváði og inntøkujavni í ymiskum húskisbólkum

Húskini eru í trimum høvuðsbólkum:

  • Ein vaksin (stakur), við ella uttan børn
  • Tvey vaksin, við ella uttan børn
  • Trý ella fleiri vaksin (stórhúski), við ella uttan børn

Í hesum høvuðsbólkum eru so tríggir undirbólkar:

  • Uttan børn,
  • Yngsta barn 0-5 ár
  • Yngsta barn 6-17 ár

 



Her er ógvisligur munur á støðuni hjá ymisku húskjunum: hjá støku húskjunum eru 30-54% í fátækraváða, meðan tað bert snýr seg um 3-9% hjá øllum hinum húskjunum.

Serliga er tað støðan hjá støkum uppihaldarum við smábørnum, sum skilir seg burturúr, har heili 372 av teimum 693 liva í fátækraváða.

Í hinum høvuðsbólkunum eru tað lutfalsliga fá, sum eru undir markinum fyri fátækraváða. Tó er merkisvert, at innan fyri hesar høvuðsbólkarnar eru tað húskini við smábørnum, har lutfalsliga fleiri eru undir hesum marki.

 



Gini-talið er eitt slag av javnbýtistali. Talið fyri hvønn bólkin sigur, hvussu javnt inntøkubýtið er innanhýsis í bólkinum sjálvum – jú lægri tal, jú javnari býti.

Sum heild sæst, at lægsta Gini-tal og harvið javnasta býti finna vit í stórhúskjunum, væl javnari enn miðal fyri alt landið. Hjá øllum hinum húskisbólkunum, støkum uttan børn undantikin, er Gini-talið á leið sum landsmiðal.

Bólkurin við støkum uttan børn skilir seg burturúr við hægsta Gini-tali og tí ójavnasta býtinum. Óivað er orsøkin til hetta at finna í tí, at hetta er nógv mest inhomogeni ella ymiskt samansetti húskisbólkurin. Næstan helvtin av hesum eru pensjonistar, har nógv bert hava almannapensjónina, meðan onnur hava aðrar høgar inntøkur. Her eru lesandi og onnur ung, ið búgva fyri seg sjálvan, men uttan stórvegis inntøku. Og her eru onnur støk í góðum árum og góðum inntøkum. So inntøkumøguleikarnir er meira ymiskir her enn í nøkrum øðrum av húskisbólkunum.

 



Sonevnda fimtingslutfallið lýsir inntøkuójavnan sum lutfallið millum fimtingin við teim hægstu inntøkunum og fimtingin við teim lægstu inntøkunum. Her sæst sama myndin sum við Gini-talinum omanfyri: at ójavnin er minstur millum stórhúskini, at hann er størstur millum tey støku uttan børn, og at hjá øllum hinum húskisbólkunum liggur fimtingslutfallið javnt á leið sum miðal fyri landið.

 



Fjórða og síðsta mátið fyri inntøkuójavna í húskisbólkum er sonevnda inntøkugloppið (Poverty Gap). Tað er lutfallið millum a) miðinntøkuna hjá teimum, ið eru undir fátækraváðamarkinum, og b) sjálvt inntøkumarkið fyri fátækraváða.

Inntøkugloppið er tí ein nærri lýsing av teimum, ið eru undir markinum fyri fátækraváða. Tað sigur nakað um, hvussu langt tey, sum eru í fátækraváða í teim ymisku húskisbólkunum, ið meðal liggja undir tí fátækraváðamarkinum, ið er fyri øll. Jú lægri talið er, minni er gloppið, og øvugt. Tvs. jú lægri talið er, jú tættari liggja tey sum heild uppi undir fátækraváðamarkinum. Jú hægri talið er, jú longri niðanfyri markið liggja tey sum heild.

Her hava vit tey bæði uttastu virðini – tað minsta og tað størsta inntøkugloppið – í húskisbólkunum av støkum:

  • Í bólkinum støk uttan børn finna vit langt tað minsta inntøkugloppið. Tað vil siga, at hóast lutfalsliga nógv í hesum bólki eru í fátækraváða (sí ovastu talvuna), so liggja hesi sum heild beint undir fátækraváðamarkinum (5,9% undir).
  • Í bólkinum stakir uppihaldarar við smábørnum finna vit hinvegin tað størsta inntøkugloppið uppá góð 22%. Hetta herðir ta støðuna, sum vit hava sæð í ovastu talvuni um fátækraváða hjá hesum bólki: her eru lutfalsliga nógv flest í fátækraváða, og haraftrat liggja hesi longst niðanfyri fátækraváðamarkið, samanborið við aðrar húskisbólkar.

Samanumtikið styðja øll hesi fýra mátini eina mynd, ið gongur aftur, at inntøkuviðurskiftini hjá flestu húskisbólkum eru rættiliga jøvn, uttan tá vit tosa um støk, við ella uttan børn. Undantakið er, at tá vit hyggja at inntøkugloppinum, er tað minst hjá teim støku uttan børn. Annars er tað so, at húskini við tveimum, trimum ella fleiri vaksnum standa seg best í teim ymsu hagtalsligu inntøkumátunum.


Her finnur tú greinarnar

Inntøkubýti og fátækraváði
Bruttoinntøka og tøk inntøka
Hvussu javnt er býtt í Føroyum og í grannalondum?
4.000 føroyingar í fátækraváða
Stakir uppihaldarar hava lægstu inntøkurnar
Fátækraváði hvar í landinum vit búgva
Fátækraváði millum kyn og í aldursbólkum

Her finnur tú frágreiðingar um mannagongdir og hugtøk

Um upplýsingargrundarlagið
Hvat er javnvirðisinntøka?
Hvat er fátækraváði?
Orðafrágreiðingar

Høgni P. Vilhelm hevur staðið fyri frágreiðingini, spurningar kunnu setast honum við at ringja á tel. 79 28 19 ella at senda teldupost til: hogni@hagstova.fo