Kommunufíggjartøl
Kommunufíggjartølini fyri árini 1993 til 2009 byggja á innsavnaðar roknskapir hjá kommununum og kommunalu stovnunum.
Raksturin og íløgurnar eru býttar eftir virkisøkið, sum til dømis “skúla og mentamál”, “almanna og heilsumál”. Harumframt eru tølini eisini skipaði eftir útreiðsluslag sum t.d. starvsfólka- og rakstrarkostnaðir.
Frá 1993 fram til 2002 høvdu kommunurnar yvirskot á rakstrinum og niðurgoldu skuld. Í 1993 skyldaðu kommunurnar meira enn 3 ferðir skattainntøkuna. Rentuútreiðslurnar hjá kommununum vóru yvir 40% av samlaðu skattainntøkunum í 1993, men minkaðu fram til 2002. Síðan tá hava rentuútreiðslurnar verið undir 5% av skattainntøkuni.
Frá 2003 og nøkur ár fram javnvigaði raksturin hjá kommununum javnviga. Fyrstu árini við lítlum rakstraravlopið. Í 2008 høvdu kommunurnar stórt rakstrarhall, og var tað serliga vegna stórt íløguvirksemi. Hallið minkaði nógv aftur í 2009, tí íløguvirksemi fall munandi. Kommunuskuldin var við árslok 2009, um helvtin av skattainntøkuni.
Tað vóru 30 kommunur í 2009, og tað er ymiskt hvussu hvør einstøk kommuna er fyri fíggjarliga og í hvønn mun tær hava gjørt íløgur seinnu árini. Í hagtalsgrunninum undir almenn fíggjarmál eru kommunuhagtøl fyri hvørja kommunu sær og fyri økir.