Hagstova Føroya > Talt&Hagreitt > Kommunur

Kommunufíggjartøl

Kommunufíggjartølini fyri árini 1993 til 2009 byggja á innsavnaðar roknskapir hjá kommununum og kommunalu stovnunum.

Raksturin og íløgurnar eru býttar eftir virkisøkið, sum til dømis “skúla og mentamál”, “almanna og heilsumál”. Harumframt eru tølini eisini skipaði eftir útreiðsluslag sum t.d. starvsfólka- og rakstrarkostnaðir.

Frá 1993 fram til 2002 høvdu kommunurnar yvirskot á rakstrinum og niðurgoldu skuld. Í 1993 skyldaðu kommunurnar meira enn 3 ferðir skattainntøkuna. Rentuútreiðslurnar hjá kommununum vóru yvir 40% av samlaðu skattainntøkunum í 1993, men minkaðu fram til 2002. Síðan tá hava rentuútreiðslurnar verið undir 5% av skattainntøkuni.

Frá 2003 og nøkur ár fram javnvigaði raksturin hjá kommununum javnviga. Fyrstu árini við lítlum rakstraravlopið. Í 2008 høvdu kommunurnar stórt rakstrarhall, og var tað serliga vegna stórt íløguvirksemi. Hallið minkaði nógv aftur í 2009, tí íløguvirksemi fall munandi. Kommunuskuldin var við árslok 2009, um helvtin av skattainntøkuni.

Tað vóru 30 kommunur í 2009, og tað er ymiskt hvussu hvør einstøk kommuna er fyri fíggjarliga og í hvønn mun tær hava gjørt íløgur seinnu árini. Í hagtalsgrunninum undir almenn fíggjarmál eru kommunuhagtøl fyri hvørja kommunu sær og fyri økir.

 

  
    Rakstur og íløgur     
    Skattur     
    Nettoskuld     
    Skuld lutfall     
    Rentur, netto     
    Rentur lutfall     

 


Greinir

Kommunu frágreiðing

 


Lønargjaldingar í kommununumLønargjaldingar í kommununum
Dagført: 28.10.2008 
Lønargjaldingar í kommununumLønargjaldingar í kommununum
Dagført 05.11.2008 
Kommunuval og fólkatalKommunuval og fólkatal
Dagført 07.11.2008 
Triðjahvør kommuna í vøkstriTriðjahvør kommuna í vøkstri
Dagført 03.11.2008 
KommunupyramidurKommunupyramidur
(2MB), dagført 31.10.2008 
Broytingar í fólkatalinum, 2007 til sept. 2008Broytingar í fólkatalinum, 2007 til sept. 2008
Dagført 31.10.2008 
Flytingin millum kommunur í 2007Flytingin millum kommunur í 2007
Dagført 31.10.2008 
Flytingin millum kommunur, jan-aug 2008Flytingin millum kommunur, jan-aug 2008
Dagført 31.10.2008 
Skattainntøkurnar hjá kommununumSkattainntøkurnar hjá kommununum
Dagført 31.10.2008 
Kommunuskuldin er minkað í stórum fetumKommunuskuldin er minkað í stórum fetum
Dagført 05.11.2008 

 

Hagtøl eftir egnum ynski

Í hagtalsgrunninum eru fleiri tøl um fiskiskap.

Trýst her og tú kanst gera eina talvu eftir egnum ynski.

Frávik kunnu vera ímillum tølini í Hagtalsgrunninum og Talt&Hagreitt. Hetta kemst av, at tølini í grunninum verða dagførd regluliga, og tað verður henda síðan ikki.