Tjóðarroknskapur
Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Tjóðarroknskapurin vísir inntøkuna, ið stavar frá framleiðsluni av vørum og tænastum, og hvussu henda inntøkan verður býtt millum partarnar, sum fremja framleiðsluna. Tjóðarroknskapurin vísir eisini tøku inntøkuna, t.e. eftir umbýtið umvegis skattir og sosial gjøld og veitingar. Og hvussu henda tøka inntøkan verður nýtt til vørur og tænastur, til nýtslu og íløgur.
Eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum er bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, sum er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt. BTÚ í føstum prísum er eitt mát fyri búskaparligu gongdina, t.e. vøksturin, tá prísvøkstur er roknaður frá. Tjóðarroknskapurin er grundaður á flestu búskaparhagtøl hagstovunnar.
Í 2011 var bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) 13.254 miljónir krónur, tað eru 273.666 krónur upp á fólkið.
Virðisøkingin í tænastuvinnum - privatum og almennum - er vaksin munandi lutfalsliga seinastu 10 árini, úr sløkum 60 prosentum upp í útvið 70 prosent av allari virðisøkingini.