Tað almenna – almenn fyrisiting og tænasta
Tað almenna er almennir myndugleikar og fyrisitingar- og tænastustovnar. Tað almenna fevnir um fýra undirgeirar: Heimastýrisfyrisitingina, kommunurnar, ríkisfyrisitingina og sosialar grunnar. Tænasturnar, sum tað almenna veitir, eru m.a. undirvísingar- heilsu-, almannatænastur, í høvuðsheitum fíggjaðar av skatta- og avgjaldsinntøkum.
Uppgerðin av fíggjarviðurskiftunum hjá tí almenna er grundað á almennar roknskapir, men víkir í ávísum førum frá hesum roknskapum. Eitt nú verður virksemi hjá almennum stovnum, sum í stóran mun verða fíggjaðir av brúkaragjøldum og sølu, ikki roknaðir sum partur av almennari fyrisiting og tænastu, hóast teir liggja í almennum roknskapum. Dømi um slíkar stovnar eru Rúsdrekkasølan, Apotekið. Hesar verða, eins og almenn partafeløg, gjørdir upp saman við vinnufyritøkum.
- Almennu útreiðslurnar vóru 7.246 miljónir í 2009. Av hesum fóru góð 68 % til almanna-, heilsu- og undirvísingarmál, og góð 13 % til vinnumál.
- Inntøkurnar hjá tí almenna vóru 6.677 miljónir í 2009. Sløk 82 % stavaðu frá skatti, avgjøldum og sosialum tryggingargjøldum, meðan sløk 13 % komu úr danska ríkiskassanum.