Í miðal var almenna hallið í londunum í Evropa um leið tvey prosent av BTÚ, tá roknað er miðal fyri tey fimm árini frá 2004 til 2008.
Hallið hjá tí almenna í Føroyum var til sammetingar 0,6 prosent av BTÚ í miðal hesi somu árini, og sostatt væl minni enn miðaltalið í Evropa.
Londini, sum høvdu avlop vóru ikki nógv í tali, men millum tey níggju londini við avlopi taldust øll hini norðurlondini – eisini Ísland.
Spania og Estland, sum eisini høvdu avlop á almenna rakstrinum, eru eisini millum meinast raktu londini undir kreppuni, so ikki er tað bara hallið á almenna rakstrinum, sum telur, tá um ræður at verða raktur av altjóða fíggjarkreppuni. Langt frá tí.
Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum