Er skattatrýstið í Føroyum lægri enn í Danmark og Íslandi?
Í altjóða samanburði verða brúkt fleiri ymisk mát av skattatrýsti. Vit skulu her brúka tvey teirra, sum nevnd verða “vanliga skattatrýstið” og “rættaða skattatrýstið”.
Vanliga skattatrýstið er mátað sum allir skattir og øll avgjøld í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta er at rokna skattirnar í mun til tær inntøkur, sum verða skaptar í Føroyum.
Rættaða skattatrýstið er mátað sum allir skattir og øll avgjøld í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna. Tøka bruttotjóðarinntøkan er BTÚ pluss donsku ríkisveitingina og pluss tær lønir og rentuinntøkur netto, sum føroyingar forvinna uttanlands. Hetta er at rokna skattir og avgjøld í mun til allar inntøkurnar í landinum.
Upp í skattirnar verða umframt lønarskattin eisini taldir vinnufelagsskattir, kapitalvinningsskattur, vegskattur og aðrir skattir. Upp í avgjøldini verða tald, umframt MVG og innflutningsgjøld, eisini skrásetingargjøld, ferðaavgjald og onnur avgjøld. Haraftrat koma sosial tryggingargjøld til ALS, AMEG, barsilsskipan og sjúkrakassa.
Vanliga skattatrýstið
Skattatrýstið hevur í miðal verið 46 prosent árini 2004 til 2008, meðan tað í Danmark hevur verið 49 prosent, og í Íslandi 39 prosent. Føroyska skattatrýstið er tí nakað minni enn tað danska, men væl størri enn tað íslendska.