Í hesum føri er talan um fimm ára miðaltøl frá 2004 til 2008 í Føroyum og Danmark, meðan miðalið er roknað árini 2003 til 2007 fyri Ísland, av tí orsøk at íslendsk tøl fyri 2008 ikki eru nóg eftirfarandi.
Tað stutta svarið er tí, at almennu útreiðslurnar í Føroyum er vorðnar eitt vet størri partur av samlaða búskapinum enn tær eru í Danmark.
Hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, sæst á myndini omanfyri.
Av tí at almennu útreiðslurnar verða goldnar av øllum inntøkunum hjá tí almenna fæst besta myndin av at samanbera útreiðslurnar við tøku bruttotjóðarinntøkuna, sum er BTÚ pluss ríkisveitingina og aðrar inntøkur uttaneftir.
Sum myndin vísir, so vóru almennu útreiðslurnar munandi minni í Føroyum enn í Danmark fram til 2005, tá tær fyri fyrstu ferð gjørdust eins stórar og í Danmark.
Er tað almenna í Føroyum størri enn í Danmark og Íslandi?
Burtur úr hesum báðum greiningunum ber til at seta svarið saman soleiðis:
samantaldu almennu útreiðslurnar í Føroyum eru um leið eins stórar og tær í Danmark, men almenna nýtslan (tað sum tað kostar okkum at framleiða sjálvar tær almennu tænasturnar) er munandi størri í Føroyum, enn hon er bæði í Danmark og Íslandi.
Undan altjóða fíggjarkreppuni vóru almennu útreiðslurnar væl minni í Íslandi enn tær vóru í bæði Føroyum og Danmark, mátað í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna. Almenna nýtslan í mun til BTÚ var í Íslandi minni enn í Danmark, og nógv minni enn í Føroyum.
Fleiri tøl um tað almenna finnast í hagtalsgrunninum