Aðalfyrisitingin kostar minst í Føroyum og mest í Danmark. Men her skal havast í huga, at renturnar av almennari skuld verða taldar upp í hendan bólkin. Renturnar av almennari skuld í Føroyum telja í miðal hesi árini stívliga 2 prosent, í Danmark sløk 5 prosent og í Íslandi 6 prosent.
Ein av stóru mununum er, at Ísland og Føroyar hava um leið tríggjar ferðir so stórar útreiðslur av vinnuligum málum sum Danmark hevur.
Vinnulig mál fevna bæði um stuðul til privata vinnu og um útreiðslurnar hjá tí almenna av vegakervi, samferðslu annars, samskifti, arbeiðsmarknað, orkumálum og øðrum.
Hesin munurin kemur av fleiri orsøkum. Ein er hann, at almenni raksturin av samferðsluni er munandi størri í Føroyum og Íslandi enn í Danmark. Eitt nú taldi samferðslan 3 prosent av útreiðslunum í Danmark í 2008, í Íslandi 7 prosent og heili 9 prosent í Føroyum.
Almennar útreiðslur upp á íbúgvan
Av tí at danska gjaldoyrað verður brúkt í Føroyum eisini, ber til at vísa hagtøl um hvat ið almennu málini í krónum kosta í miðal fyri hvønn borgara í londunum báðum.
Havast skal kortini í huga, at prísirnir ikki eru teir somu í Føroyum og Danmark, og at tað kann gera mun. Eru lønirnar hjá almennum starvsfólkum størri í øðrum landinum, so ávirkar tað sjálvandi kostnaðin.
Fyri at kunna samanbera tølini, hava vit roknað almennu útreiðslurnar upp á íbúgvan. Í 2008 vóru almennu útreiðslurnar í Danmark 158 túsund krónur, roknaðar fyri hvønn íbúgva, meðan tær í Føroyum vóru 151 túsund.
Við tí í huga ber kortini til at siga, at Føroyar brúka fleiri krónur upp á undirvísingarmál enn Danmark, roknað upp á íbúgvan. Vit brúka stívliga 27 túsund krónur, meðan Danmark brúkar slakar 22 túsund.
Øvugt er við heilsumálum, har Danmark brúkar stívliga 24 túsund, og Føroyar brúka um leið 20 túsund.
Tað sæst eisini her, at í Føroyum brúka vit stívliga 22 túsund upp á samferðslu og onnur vinnulig mál, meðan tað almenna í Danmark brúkar 9 túsund krónur til hetta endamál, roknað upp á hvønn íbúgva.