Hagstova Føroya > Talt&Hagreitt > Tað almenna

   Fleiri orðalýsingar

Tað almenna – almenn fyrisiting og tænasta

Tað almenna er almennir myndugleikar og fyrisitingar- og tænastustovnar. Tað almenna fevnir um fýra undirgeirar: Heimastýrisfyrisitingina, kommunurnar, ríkisfyrisitingina og sosialar grunnar. Tænasturnar, sum tað almenna veitir, eru m.a. undirvísingar- heilsu-, almannatænastur, í høvuðsheitum fíggjaðar av skatta- og avgjaldsinntøkum.

Uppgerðin av fíggjarviðurskiftunum hjá tí almenna er grundað á almennar roknskapir, men víkir í ávísum førum frá hesum roknskapum. Eitt nú verður virksemi hjá almennum stovnum, sum í stóran mun verða fíggjaðir av brúkaragjøldum og sølu, ikki roknaðir sum partur av almennari fyrisiting og tænastu, hóast teir liggja í almennum roknskapum. Dømi um slíkar stovnar eru Rúsdrekkasølan, Apotekið. Hesar verða, eins og almenn partafeløg, gjørdir upp saman við vinnufyritøkum.

  • Almennu útreiðslurnar vóru 7.513 miljónir í 2011. Av hesum fóru sløk 69 % til almanna-, heilsu- og undirvísingarmál, og góð 10 % til vinnumál.
  • Inntøkurnar hjá tí almenna vóru 7.238 miljónir í 2011. Sløk 83 % stavaðu frá skatti, avgjøldum og sosialum tryggingargjøldum, meðan sløk 12 % komu úr danska ríkiskassanum.

 

  
    Inntøkur     
    Útreiðslur skiftar á slag     
    Útreiðslur skiftar á øki     
    Fíggjarkrav     

 


Greinir

Tað almenna í turrum tølum og texti
Dagført: Februar 2010 
Er tað almenna størri í Føroyum enn í Danmark og Íslandi?
Dagført: Februar 2010 
Er skattatrýstið í Føroyum lægri enn í Danmark og Íslandi?
Dagført: Februar 2010 
Hvat brúka vit almennu pengarnar til?
Dagført: Februar 2010 
Er almenna hallið stórt í Føroyum?
Dagført: Februar 2010 
Hvør betalir skattirnar?
Dagført: Februar 2010 
Kommunurnar eiga ein størri leiklut í búskapinum
Dagført: Mars 2010 

 

 

Hagtøl eftir egnum ynski

Í hagtalsgrunninum eru fleiri tøl um tað almenna.

Trýst her og tú kanst gera eina talvu eftir egnum ynski.

 

 

Orðalýsingar

Um tú trýstur her, fært tú ein lista við
orðalýsingum fyri "Tað almenna" sum heild.