Hagstova Føroya > Útgávur > Norðurlendska árbókin

  
    Norðurlendska árbókin     

 

Norðurlendska árbókin
'Nordic Statistical Yearbook 2009'

 
Føroyar og hini Norðurlondini - samanbering í tølum og grafum

Í Norðurlendsku árbókini finnur tú sambæriligar talvur og grafar, sum á ein greiðan hátt vísa hvar norðurlondini sínámillum líkjast ella víkja frá.

Teksturin í bókini er á enskum og svenskum. Norðurlendska árbókin 2009, sum verður útgivin av Norðurlanda Ráðharraráðnum, kom út tann 22. okt. 2009, hon kann keypast frá Hagstovuni ella H.N. Jacobsens Bókahandli og kostar 250,- kr.
Tað ber eisini til at lesa bókina ókeypis í pdf sniði



Grundarlagið undir talvum og grafum í bókini er ein dátugrunnurin Nordic Statistic. Í grunninum eru nógv tøl um norðurlendsk samfelagsviðurskifti, hesi eru fleiri og meiri útgreinaði enn í bókini.

Til árbókina fæst eisini ein ókeypis pinkuárbók á enskum, svenskum ella finskum. Hesin bóklingur er kann bíleggjast ella lesast í pdf sniði á heimasíðuni hjá Norðurlanda Ráðharraráðnu – á enskum, svenskum og finskum.