Heimloysi
Tað finst ikki ein eintýðug hagfrøðilig allýsing og flokking av heimloysi.
Hagstova Føroya hevur gjørt av at nýta flokking av heimloysi hjá felagsskapinum European Federation of National Organisations Working with the Homeless, styttur FEANTESA, sum er ein sjálvstøðugur felagsskapur, stuðlaður av Evropakommisiónini.
Flokkingin varð fyrstu ferð útgivin í 2005 og eitur “European Typology of Homelessness and housing exclusion”, stytt ETHOS. Hon hevur til endamáls at fáa betri fatan av heimloysinum í Evropa og skapa felags hugtøk um heimloysi tvørtur um lond. Flokkingin skilur millum sløg av heimloysi og er ment at kunna máta heimloysi hagfrøðiliga.
Tað eru tvær útgávur av flokkingini ETHOS, ein ið er ætlað til granskingarendamál og ein, ið er ætlað til hagfrøðilig endamál. Hagstova Føroya nýtir útgávuna, sum er til hagfrøðiliga endamálið og sum eitur “A Harmonised Definition of Homelessness for Statistical Purposes”. Enska útgávan av flokkingini finst her og nágreiniligari lýsing sæst her.
Hagstova Føroya ger upp flokkarnar ‘2.2 Náttarherberg’ (á enskum '2.2 Overnight shelter') og ‘3.3 Herberg’ (á enskum '3.3 Homeless hostel'), '3.6.1 Kvinnuhús' (á enskum '3.6.1 Women's shelters'), '3.6.2 Flóttafólkamiðstøð' (á enskum '3.6.2 Refuge accommodation') og '4.7 Heilsustovnar' (á enskum '4.7 Health care institutions'). Sostatt er hendan uppgerðin ikki fullfíggjað, men ger partar av heimloysinum upp.
Slag av fyribilsbústaði:
- Náttarherberg: Eitt náttarherberg veitir neyðsynjargisting. Vanligt er, at persónarnir, sum gista, fara avstað morgunin eftir. Herbergið í Tórshavn virkar bæði sum náttarherberg og sum herberg. Í hesum flokkinum vera bara tey tald við, ið nýta náttarhergið.
- Herberg: Eitt herberg er fyribilsbústaður, har møguleiki er fyri longri uppihaldi enn á náttarherbergi. Herbergið í Tórshavn, Blái Krossur og Gloria í Klaksvík eru keldurnar til gistingar hjá heimleysum á herbergi.
- Kvinnuhús: Kvinnuhús veita bústað til kvinnur og børn, sum eru í neyð. Til dømis raktar av harðskapi, hóttanum ella øðrum álvarsligum umstøðum.
- Flóttafólkamiðstøð: Flóttafólkamiðstøðir veita bústað til fólk, sum hava søkt um ella fingið friðskjól.
- Heilsustovnur, orsøk: ongan bústað: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum ikki hava egnan bústað at fara aftur til eftir at tey eru útskrivaði.
- Heilsustovnuar:
- Vantandi heimaumstøður: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða eftir neyðugum hjálpartóli ella broytingum í bústaðnum fyri aftur at kunna búgva í egnum bústaði.
- Vantandi umlætting og endurvenjing: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða eftir neyðugari umlætting ella uppafturvenjing, áðrenn tey kunna venda aftur til egnan bústað.
- Vantandi røktarheimspláss: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða at sleppa á røktarheim, tí tey ikki longur kunnu búgva í egnum bústaði.
- Vantandi stovnspláss: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða eftir stovnsplássi.
Orðalýsingar:
- Persónar við endan av mánaðinum: Telur, hvussu nógvir persónar eru innskrivaðir við endan av mánaðinum.
- Innskrivingar (persónar): Telur, hvussu nógvir persónar verða innskrivaðir í mánaðinum.
- Útskrivingar (persónar): Telur, hvussu nógvir persónar verða útskrivaðir í mánaðinum.
- Fólkanætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur fólk gista. Um 2 fólk gista 3 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
- Fólkanætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í fólkanáttum er á fyribilsbústøðunum. Rúmførið í fólkanáttum er talið av seingjum tilsamans faldað við dagatalið í mánaðinum.
- Fólkanætur, nýtslustig: Telur, hvussu stórur partur av seingjunum verður brúkur í prosentum. Gev gætur, at nýtslustigið í summum førum fer upp um 100%. Orsøkin er, at fleiri sengur ella madrassur eru nýttar enn tað vanliga eru tøkar til endamálið.
- Sengur, í tali: Telur, hvussu nógvar sengur eru í fyribilsbústøðunum.
- Kamarsnætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur kømrini verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 4 nætur, er talan um 8 kamarsnætur. Talið á fólki, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
- Kamarsnætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í kamarsnáttum er á fyribilsbústøðunum. Rúmførið í kamarsnáttum er talið av kømrum faldað við dagatalið í mánaðinum.
- Kamarsnætur, nýtslustig; Telur, hvussu stórur partur av kamarsnáttunum verður brúkur í prosentum. Gev gætur, at nýtslustigið í summum førum fer upp um 100%. Orsøkin er, at fleiri rúm eru nýtt enn tað vanliga er tøkt til endamálið.
- Kømur, í tali: Telur, hvussu nógv kømur eru í fyribilsbústøðunum.

-
Talva í grunninum