Løn (A-skattað)
21. aug 2026
14,2 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,1 prosent

813 milliónir krónur, ella 6,1 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá august 2025 til juli 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
[px-graph-1]
Lønin og vøksturin er væl størri hjá monnum
Býtt á kyn áttu menn 62 prosent av útgoldnu lønunum seinastu 12 mánaðirnar við 8,7 milliardum krónum. Av samlaða lønarvøkstrinum áttu teir 68 prosent við 560 milliónum krónum.
Útgoldnu lønirnar hjá monnum vóru sløk 7 prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá kvinnum var vøksturin 5 prosent.
[px-graph-9]
Botnfiskiveiða tilsamans eigur 30 prosent av vøkstrinum
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti 'Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða'. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin var serliga stórur í botnfiskiveiðu. Verða vinnugreinarnar 'Botnfiskiveiða' og 'Botnfiskiveiða, sum er virkað umborð' lagdar saman, vóru útgoldnu lønirnar tilsamans 240 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta eru 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar.
Lønarvøksturin í 'Flutnings- og goymsluvinnu' var eisini serliga stórur við 119 milliónum krónum, sum er vøkstur á 9,4 prosent, tá samanborið er við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hetta er 15 prosent av samlaða lønarvøkstrinum. Aðrar vinnugreinar við stórum vøksturi í lønarkrónum vóru 'Framleiðsluvinna' og 'Heilsu- og Almannaverk' við ávikavist 86 og 84 milliónum krónum.
[px-graph-1]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Orðalýsingar:
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best.