Starvsfólk

30.700 starvsfólk í oktober — 550 fleiri enn í fjør

Í oktober vóru knapt 550 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,8 prosent. Næstan átta prosent av samlaða starvsfólkatalinum hava ikki bústaðartilknýti. Flest av hesum arbeiða í vinnugreinini "Framleiðsluvinna".

Starvsfólkatalið er støðugt vaksandi. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í oktober vóru 30.700 starvsfólk í Føroyum. Tað eru sløk 500 starvsfólk, ella 1,8 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør. 

[px-graph-1]

Í starvsfólkaskaranum í oktober vóru slakir 15.800 menn og gott 14.900 kvinnur. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin hjá kvinnum 1,4 prosent ella 206 kvinnur. Hjá monnum er vøksturin 340 ella 2,2 prosent.

[px-graph-2]

Knapt átta prosent hava ikki bústaðartilknýti

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

Í oktober vóru tað 2.358 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta eru smá átta prosent av samlaða talinum. Sama mánað í fjør vóru tey 2.082, tað eru góð 13 prosent fleiri í ár. 

[px-graph-4]

Størsti bólkur, góð 43 prosent, av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia. Talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti við asiatiskum ríkisborgaraskapi hevur verið støðugt vaksandi, og seinastu fimm árini er teirra partur vaksin úr 20 upp í góð 40 prosent.

[px-graph-5]

Tey flestu mannligu og kvinnuligu starvsfólkini uttan bústaðartilknýti koma úr Asia. Tað eru góð 1.000 starvsfólk. Av hesum er býtið 62 prosent menn og 38 prosent kvinnur. Størsti kynsmunur í starvfólki uttan bústaðartilknýti er hjá teimum úr Eysturevropa, har góð 72 prosent eru menn.  

[px-graph-5]

Vinnugreinin við flest starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er "Framleiðsluvinna", har tey eru 761 starvsfólk ella góð 30 prosent. Útgreinað sæst, at flest av hesum arbeiða í "Matvøruframleiðslu", flest í "Virking av botnfiski". 

Í tali av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er næststørsta vinnugreinin "Gisting og matstovuvinna" við 310 fólkum og hareftir "Heil- og smásøla; umvæling av akførum" við 255 fólkum. Hetta er samlað góð 20 prosent av samlaða talinum av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti. 

[px-graph-6]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri,  búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil)  eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki. 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. 

Orðalýsingar: 

  • Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
  • Bústaðartilknýti hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Sí meira um bústaðartilknýti á temasíðuni.
  • Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.
  • Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. 
PX Web Graph News
Viðm.: Bústaðartilknýti verður greinað frá 1995 - 10 ár eftir fólkatølini eru tøk frá Landsfólkayvirlitinum.
Viðm.: "Osiania" og "Antarktis" er ikki við. Bústaðartilknýtið verður greinað frá 1995.
Viðm.: Amerika, Osiania og Antarktis eru ikki við
Viðm.: "..." merkir at tølini eru trúnaðarvard, tí antin tal av starvsfólki ella arbeiðsgevum eru ov smá