Starvsfólk
21. aug 2026
31.100 starvsfólk í juli — 500 fleiri enn í fjør

Í juli vóru góð 500 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 1,7 prosent. Starvsfólk uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum, og í juli vóru tey knapt átta prosent av samlaða starvsfólkatalinum. Av hesum kemur størsti partur av bæði monnum og kvinnum úr Asia. Triðja hvørt starvsfólk uttan bústaðartilknýti starvast í framleiðsluvinnuni.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.

Í juli vóru 31.102 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 505 starvsfólk, ella 1,7 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.

[px-graph-1]

Tey vóru gott og væl 16.000 menn og 15.000 kvinnur í starvsfólkaskaranum í juli. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru knapt 400 fleiri. Kvinnurnar vóru góðar 100 fleiri.

[px-graph-2]

Knapt átta prosent hava ikki bústaðartilknýti

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Í juli vóru 2.343 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti. Hetta eru knapt átta prosent av samlaða starvsfólkatalinum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru tey 268 fólk ella 13 prosent fleiri í ár. Størri parturin av starvsfólkavøkstrinum stavar tískil frá frá fólki uttan bústaðartilknýti. 

[px-graph-4]

Størsti bólkur av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti hava asiatiskan ríkisborgaraskap. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia. Hesin bólkur hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og seinastu fimm árini er teirra partur fyri starvsfólk uttan bústaðartilknýti vaksin úr 20 til yvir 40 prosent. 

[px-graph-5]

Bæði mannlig og kvinnulig starvsfólk uttan bústaðartilknýti koma flest úr Asia, og tilsamans vóru tey 980 í juli. Av hesum er býtið 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur. Størsti kynsmunur í starvfólki uttan bústaðartilknýti er hjá teimum úr Eysturevropa, har menn eru næstan tríggjar ferðir fleiri enn kvinnur. 

[px-graph-5]

Triði hvør uttan bústaðartilknýti arbeiðir í framleiðsluvinnu

Vinnugreinin við flest starvsfólkum uttan bústaðartilknýti er 'Framleiðsluvinna', har tey vóru 726 starvsfólk í juli, sum vóru góð 30 prosent av øllum starvsfólkum uttan bústaðartilknýti. Útgreinað sæst, at flestu av hesum, tríggir fjórðingar, arbeiddu í 'Matvøruframleiðslu', og 270 av hesum við 'Virking av botnfiski'. 

Í tali av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti var næststørsta vinnugreinin í juli 'Gisting og matstovuvinna' við 320 starvsfólkum og hareftir 'Byggivinna' við 270 starvsfólkum og 'Heil- og smásøla; umvæling av akførum' við 240 starvsfólkum.

[px-graph-6]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri,  búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil)  eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki. 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. 

Orðalýsingar: 

  • Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
  • Bústaðartilknýti hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Sí meira um bústaðartilknýti á temasíðuni.
  • Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.
  • Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. 
PX Web Graph News
Viðm.: Bústaðartilknýti verður greinað frá 1995 - 10 ár eftir fólkatølini eru tøk frá Landsfólkayvirlitinum.
Viðm.: "Osiania" og "Antarktis" er ikki við. Bústaðartilknýtið verður greinað frá 1995.
Viðm.: Amerika, Osiania og Antarktis eru ikki við
Viðm.: "..." merkir at tølini eru trúnaðarvard, tí antin tal av starvsfólki ella arbeiðsgevum eru ov smá