Arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið 0,9 prosent í oktober

Í oktober var arbeiðsloysið 0,9 prosent. Tað er á sama støði, sum fyri einum ári síðani.
[px-graph-1]
Tað vóru 335 persónar, sum vóru arbeiðsleysir í oktober. Tað eru níggju fleiri enn sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys eru tey, sum eru arbeiðsleys umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum eru arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í oktober vóru tað 289 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru átta fleiri enn í oktober í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum
Í oktober vóru 119 kvinnur arbeiðsleysar. Tað eru sjey færri samanborið við sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svarar tað til 97 kvinnur, ið vóru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Tað er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Samanborið við sama mánað árið fyri er hetta 0,1 prosentstig lægri.
216 menn vóru arbeiðsleysir í oktober, sum eru 16 fleiri enn í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru tað 193 menn, sum er 1,2 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig hægri enn í fjør.
[px-graph-3]
Suðuroyarøkið størst arbeiðsloysið
Landkortið niðanfyri vísir arbeiðsloysið eftir bústaðarøki. Í oktober var arbeiðsloysið størst í suðuroyarøkinum við 1,3 prosentum. Hetta er 0,4 prosentstig lægri enn í oktober í fjør. Bústaðarøkið við lægst arbeiðsloysi var í norðoya - og vágaøkjunum við 0,7 prosentum.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minst í aldursbólkinum 16-24 ár
Býtt á aldursbólkar vóru flest arbeiðsleys millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu við ávikavist 1,2 og 1,3 prosentum. Í oktober var minsta arbeiðsloysið hjá teimum yngstu við 0,5 prosentum. Seinasta árið hevur arbeiðsloysið verið minni enn eitt prosent í hesum aldursbólkinum.
[px-graph-5]
Ellivu prosent hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Størsti bólkur, um 32 prosent ella 106 persónar, hava verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar.
Í oktober vóru 37 persónar ella 11 prosent langtíðararbeiðsleys. Tað er, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Hetta er á leið tað sama sum í fjør.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.