BTÚ og høvuðstøl
05. okt 2026
Búskaparvøksturin var 1,9 prosent í 2025

Tjóðarroknskapurin fyri 2025 verður nú kunngjørdur fyrstu ferð. Uppgerðin vísir, at reali búskaparvøksturin var størri enn í 2024, men framvegis minni enn árini 2021 til 2023.
Bruttotjóðarúrtøkan, stytt BTÚ, er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá BTÚ verður gjørd upp í føstum prísum, ber til at lýsa gongdina í framleiðsluni av vørum og tænastum, uttan at prísgongdin ávirkar samanberingina. Árliga broytingin í BTÚ í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.
Meiri ferð á búskapinum
BTÚ í føstum prísum vaks 1,9 prosent í 2025. Í 2024 var vøksturin 0,8 prosent, og sostatt øktist reali búskaparvøksturin við 1,1 prosentstigum.
Árini 2021 til 2023 var árligi vøksturin oman fyri trý prosent. Í 2023 var hann 3,4 prosent, áðrenn hann minkaði niður í 0,8 prosent í 2024. Hóast vøksturin øktist aftur í 2025, var ferðin á búskapinum sostatt framvegis lægri enn hesi árini frammanundan.
[px-graph-1]
Størri vøkstur enn í ES
Føroyski búskaparvøksturin var oman fyri vøksturin í ES í 2025. Samlaði búskapurin í ES vaks 1,4 prosent, samanborið við 1,9 prosent í Føroyum.
Av norðurlondunum í samanberingini hevði Danmark størsta vøksturin á 3,5 prosent. Í Svøríki var vøksturin 1,4 prosent, meðan bæði Ísland og Noreg høvdu ein vøkstur á 1,1 prosent. Í Finnlandi vaks búskapurin 0,8 prosent.
Sostatt var vøksturin í Føroyum lægri enn í Danmark, men hægri enn í hinum norðurlondunum í samanberingini.
[px-graph-3]
Tilfeingisvinnan gav størsta positiva ískoytið
Gongdin var ymisk í teimum trimum yvirskipaðu vinnugreinabólkunum. Tilfeingisvinnan og tænastuvinnan góvu positiv ískoyti til vøksturin í realu bruttovirðisøkingini, meðan ískoytið frá framleiðsluvinnuni var negativt.
Tilfeingisvinnan gav størsta positiva vakstrarískoytið í 2025 við 5,4 prosentstigum. Tað var munandi størri enn í 2024, tá ískoytið var 1,2 prosentstig. Vakstrarískoytið frá tænastuvinnuni var 1,2 prosentstig í 2025.
Framleiðsluvinnan hevði hinvegin eitt negativt vakstrarískoyti á 3,9 prosentstig í 2025, samanborið við eitt negativt ískoyti á 2,6 prosentstig árið fyri.
Samanlagt vaks bruttovirðisøkingin í føstum prísum 2,6 prosent í 2025.
Vakstrarískoytini vísa, hvussu nógv gongdin í hvørjum vinnugreinabólki ávirkar broytingina í samlaðu bruttovirðisøkingini. Tey verða mátað í prosentstigum og eru ikki tað sama sum prosentvísi vøksturin í einstaka vinnugreinabólkinum.
[px-graph-3]
BTÚ nærkast 30 milliardum krónum
BTÚ í ársins prísum var 29,5 milliardir krónur í 2025 móti 27,9 milliardum árið fyri. Vøksturin var umleið 1.555 milliónir krónur, ið svarar til 5,6 prosent. Í 2024 var vøksturin í ársins prísum 2,8 prosent.
Fyri hvønn íbúgva var BTÚ í ársins prísum 539 túsund krónur í 2025. Tað eru umleið 26 túsund krónur meira enn í 2024, tá BTÚ fyri hvønn íbúgva var 513 túsund krónur.
[px-graph-2]
Stutt um tjóðarroknskapin
Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er mát fyri samlaðu virðisskapanina í landinum eitt ávíst tíðarskeið, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum.
Tjóðarroknskaparmát í føstum og ársins prísum
Til ymisk endamál kann tað hava størri týdning at síggja mongdarbroytingar í tjóðarroknskapinum heldur enn gongdina í ársins prísum.
Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) og bruttovirðisøkingin (BVØ) í føstum prísum og realur búskaparvøkstur
BTÚ og BVØ kunnu gerast upp í føstum prísum (leinkjað virði) fyri at lýsa mongdarbroytingar. Tá er prísvøkstur drigin frá. Gongdin í BTÚ í føstum prísum (leinkjað virði) er mát fyri búskaparliga realvøksturin.
Fastir prísir (leinkjað virði) er ein mongdaruppgerð, har vektargrundarlagið broytist so hvørt og er grundað á prísirnir í árinum fyri. Leinkjað verður við nýggjum støðisárið leypandi hvørt ár, men tilvísingarárið er tað sama.
BTÚ í ársins prísum
BTÚ gjørd upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í galdandi prísum í árinum.
Vakstrarískoyti vísir ískoyti frá vinnugreinabólkunum til broytingina í samlaðu virðisøkingini.
Smærri broytingar í tølunum fyri 2022 til 2024
Í sambandi við útgávuna av tjóðarroknskapinum fyri 2025 eru tølini fyri 2022, 2023 og 2024 endurskoðað. Endurskoðanin hevur havt smærri broytingar í tølunum við sær.