Treystital
03. jul 2026
Byggivinnan væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at økjast

Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, er lækkað. Húsarhaldini og byggivinnan eru bjartskygd og byggivinnan væntar, at tørvur á arbeiðsmegi fer at økjast nógv. Tilfeingis- og framleiðsluvinnan væntar, at framleiðslan fer at minka og søluprísirnir fara at lækka.

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og framleiðsluvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.

[px-graph-1]

Konjunkturbarometrið er nú 5. Tað er minni enn seinasta uppgerð og eisini minni enn langtíðarmiðal, sum er 14. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja konjunkturkanning sær.

[px-graph-2]

Húsarhaldini eru eitt vet meira bjartskygd um komandi árið

Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er hækkaður eitt vet frá -17 til -13. Tað er tó lægri enn langtíðarmiðal, ið er á -5. Síðani juni 2022 hevur ávísin fyri brúkararnar verið lægri enn langtíðarmiðal. Tað var eisini á vári 2022, at brúkaraprístalið byrjaði at hækka.

[px-graph-3]

Føroysku húsarhaldini eru tó meira bjartskygd um búskaparstøðuna í Føroyum, enn tey vóru bæði í juni í fjør og í januar í ár. Bæði metingin fyri farna árið og metingin um komandi árið eru hækkaði. 

[px-graph-5]

Húsarhaldini meta sína egnu fíggjaligu støðu verða eitt sindur betri í dag sammett fyri einum ári síðan - tey eru eitt vet meira bjartskygd um, at fíggjarliga støðan verður betur um eitt ár sammett við í dag.

[px-graph-4]

Knappur fjórðingur fær endarnar júst at røkka saman

24 prosent av spurdu húsarhaldunum siga, at tey fáa endarnar júst at røkka saman. 58 prosent siga seg spara nakað upp, meðan knapt sjey prosent siga seg spara nógv upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki nógv, ið siga seg mugu læna pening. Sjey prosent siga seg brúka av uppsparingini. 

[px-graph-6]

Fleiri størri keyp og bústaðarábøtur

Nýtsluatferðin hjá føroysku brúkarunum hevur týdning fyri handilsvinnuna, tí brúkarin keypir stóran part av teimum vørum, sum hendan vinnan bjóðar út á føroyska marknaðinum. Seinasta árið eru lutfalsliga fleiri, ið meta ta verða røttu løtuna at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól, og lutfalsliga fleiri hava ætlanir um størri bústaðarábøtur. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til bilakeyp. 

[px-graph-7]

Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum.

Handilsvinnan væntar, at sølan fer at minka

Vónirnar hjá handilsvinnuni eru yvir langtíðarmiðal, men ávísin lækkar úr 33 í 24. Handilsvinnan væntar eisini, at sølan komandi árið fer at minka. Handilsvinnan metir, at tørvurin eftir arbeiðsfólki fer at økjast komandi árið.

[px-graph-8]

Fleiri spurningar og grafar eru at finna á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu. 

Byggivinnan er meira bjartskygd um framtíðarútlitini

Ávísin fyri byggivinnuna hækkar úr 2 upp í 24, sum liggur beint oman fyri langtíðarmiðalinum á 22. Fyri trimum árum síðani var ávísin 61. Byggivinnan er viðbrekin mótvegis búskaparligu konjunkturunum. Tað sæst aftur í ávísanum fyri byggivinnuna, ið ger stór sveiggj. 

[px-graph-9]

Byggivinnan svarar, at bíleggingarnar eru nakað fleiri enn tær hava verið. Byggivinnan metir, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at hækka nógv komandi árið. Ávísin fyri arbeiðstørv komandi árið hækkar úr 6 upp í 46.

[px-graph-10]

Fleiri byggifyritøkur nevna, at mangul á arbeiðsmegi er ein avmarking. Í januar svaraðu 44 prosent, at hetta var ein avmarking, men hesaferð hava 71 prosent svarað, at mangul uppá arbeiðsmegi er ein framleiðsluavmarking. 25 prosent svara manglandi eftirspurningur er ein avmarking, meðan eitt prosent nevna vánaligt veður sum eina framleiðsluavmarking. Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

Tilfeingis- og framleiðsluvinnan er minni bjartskygd

Ávísin fyri tilfeingis- og framleiðsluvinnu er lækkaður frá 0 fyri einum ári síðani til -6. Útlitini fyri framleiðslu komandi árið er lækkað og somuleiðis væntar tilfeingis- og framleiðsluvinnan eisini, at søluprísirnir lækka.

[px-graph-11]

Føroyska tilfeingisvinnan ávirkast av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur. Bíleggingarnar úr útlandinum í løtuni eru hækkaðar og fyritøkurnar svara, at útlendski marknaðarlutur teirra er betraður eitt vet.

Ávísin fyri tænastuvinnu er lækkaður

Ávísin fyri tænastuvinnuna er lækkaður úr 41 til 26, ið er lægri enn langtíðarmiðal á 34. Tær spurdu fyritøkurnar meta, at eftirspurningurin hevur verið verri í seinastuni, men tær vænta, at eftirspurningurin fer at økjast komandi árið.

[px-graph-12]

Finn hesi og onnur nettotøl á temasíðuni fyri tilfeingis- og framleiðsluvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnurnar.

 

Stutt um konjunkturbarometrið

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava um gongdina í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Konjunkturbarometrið er samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

PX Web Graph News
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Brúkaraávísin er roknaður sum miðal av 4 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 2 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.