Gistingar
30. sep 2026
Fleiri gistu á gistingarhúsunum í summar — vøksturin er 10 prosent

Fólkanæturnar settu met í summar. Gestirnir gistu stívliga 112.000 nætur á føroysku gistingarhúsunum, sum er knappliga 10.200 fleiri enn summarið í fjør.
[px-graph-1]
Gestirnir vóru eisini fleiri í tali, úr góðum 38.600 upp í 40.700. Tað eru 2.100 fleiri gestir enn summarið í fjør, og soleiðis økt fimm prosent.
[px-graph-2]
Størri vøkstur uttanfyri Suðurstreymoyar økið
Vøksturin í fólkanætum hevur verið størri uttanfyri Suðurstreymoyar økið enn í Suðurstreymoyarøkinum í summar samanborið við í fjør. Í summar vóru nærum 20.600 fólkanætur uttanfyri Suðurstreymoyar økið. Tað eru 5.800 fleiri enn summarið í fjør og økt næstan 40 prosent.
Í Suðurstreymoyar økinum vóru 4.400 fleiri fólkanætur samanborið við summarið í fjør, sum er fimm prosent fleiri.
[px-graph-4]
[px-graph-5]
Nýtslustigið vaks, hóast størri rúmføri
Í summar var nýtslustigið fyri kamarsnætur 86,4 prosent. Í fjør summar var nýtslustigið 82,8 prosent. Nýtslustigið fyri kamarsnætur vaks sostatt eitt vet við 3,6 prosentstigum. Kamarsnæturnar fóru úr 59.600 til 66.600. Tað eru 7.000 fleiri enn summarið í fjør, ið er ein øking á 12 prosent.
Nýtslustigið fyri kamarsnætur var eitt vet hægri, eisini hóast rúmføri fyri kamarsnæturnar øktist hetta tíðarskeiðið. Í summar vaks rúmførið á føroysku gistingarhúsunum úr 72.000 til 77.150 kamarsnáttum. Rúmførið øktist sostatt við góðum 7 prosentum, sum fyrst og fremst kemst av, at nýtt gistingarhús lat upp í Klaksvík í summar.
[px-graph-6]
[px-graph-7]
[px-graph-4]
[px-graph-2]
Orðalýsingar
- Innskrivingar (gestir): Telur, hvussu nógvir gestir verða innskrivaðir í mánaðinum.
- Fólkanætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur gestir gista. Um 2 fólk gista 3 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
- Fólkanætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í fólkanáttum er á gistingarhúsunum. Rúmførið í fólkanáttum er talið av seingjum tilsamans faldað við dagatalið í mánaðinum.
- Fólkanætur, nýtslustig: Telur, hvussu stórur partur av seingjunum verður brúktur í prosentum.
- Fólkanætur í miðal fyri hvønn gest: Telur, hvussu nógvar fólkanætur gestirnir sova í miðal fyri hvørja innskriving.
- Kamarsnætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur kømrini verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 4 nætur, er talan um 8 kamarsnætur. Talið á gestum, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
- Kamarsnætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í kamarsnáttum er á gistingarhúsunum. Rúmførið í kamarsnáttum er talið av kømrum faldað við dagatalið í mánaðinum.
- Kamarsnætur, nýtslustig: Telur, hvussu stórur partur av kamarsnáttunum verður brúkur í prosentum.
Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.