Fólkatal
10. nov 2026
Góð 55.600 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin var 1,6%

Ferð er komin á fólkavøksturin aftur eftir nøkur ár við lutfalsliga lítlum vøkstri. Nærum 900 fólk ella 1,6 prosent løgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani. Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum tíggjufaldað í mun til undanfarna tíðarskeið.
[px-graph-1]
Nettoflytingin økir um fólkavøksturin
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin á 881 fólk seinasta árið kom av einari nettoflyting á 699 fólk og einum burðaravlopi á 182 fólk. Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini. Hon var nærum tíggju ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Fleiri uttan bústaðartilknýti
Av teimum, sum fluttu til Føroya seinastu mánaðirnar, vóru fleiri uttan bústaðartilknýti enn við bústaðartilknýti. Myndin niðanfyri vísir ein vøkstur í fólkatalinum seinastu mánaðirnar millum tey, sum ikki høvdu bústaðartilknýti.
[px-graph-11]
Vaksandi nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað vísir, at gongdin í tilflytingini er vaksandi, meðan gongdin í fráflytingini er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting.
[px-graph-3]
Vaksandi burðaravlop
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan gongdini í deyðatalinum er meira støðug. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.
[px-graph-4]
Fólkatalið í kommununum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, og síðani í Klaksvíkar, Sunda og Eysturkommunu.
Seinastu fimm árini hevur størsti fólkavøksturin í tali verið í hesum somu kommununum og í Nes kommunu, men ikki í Sunda kommunu. Lutfalsliga hevur vøksturin verið størstur í Sjóvar kommunu við 19 prosentum og Nes kommunu við 13 prosentum. Í Runavíkar kommunu hevur vøksturin verið sjey prosent, meðan hann í Tórshavnar, Klaksvíkar og Eysturkommunu hevur verið á leið tann sami sum fyri alt landið, um fýra prosent.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar og Vágs kommunu seinasta árið. Seinastu fimm árini er fólkatalið minkað mest í tali í hesum báðum kommununum, við knøppum fimm prosentum í hvørjari.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2025 og 2026.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.