Løn (A-skattað)

Góðar 14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 5,6 prosent

Botnfiskaveiða eigur størsta partin av vøkstrinum í lønarkrónum, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við meira enn 30 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.

753 milliónir, ella 5,6 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá november 2025 til oktober 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. 

[px-graph-2]

Á trendinum niðanfyri sæst, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. 

[px-graph-1]

Løn í botnfiskiveiðu eigur størsta partin av samlaða vøkstrinum

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum eigur "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin útgreinað sæst, at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu. Har eru útgoldnu lønirnar 160 milliónir krónur ella 32 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hinvegin sæst, at uppisjóvarveiðan og alingin gongur aftur við ávikavist 58 og 21 milliónum krónum.

Vinnugreinin 'Flutnings- og goymsluvinna' hevur eisini stóran vøkstur á 121 milliónir krónur, sum svarar til næstan 10 prosent.

[px-graph-5]

Menn eiga størra partin av lønini

Seinastu árini er lønin støðugt vaksandi hjá monnum og kvinnum. 

[px-graph-2]

Av vøkstrinum á 753 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, eiga menn størra partin við 62 prosentum.  

Býtt á geira sæst, at bæði menn og kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava ein vøkstur á 6,8 prosent. Í krónum er vøksturin næstan fýra ferðir størri hjá monnum samanborið við vøksturin hjá kvinnum.

Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, hava í krónum størsta vøksturin við 125 milliónum ella 3,5 prosentum. Vøksturin hjá monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er 88 milliónir krónur ella 4,3 prosent.   

[px-graph-3]

Miðallønin hjá kvinnum ein triðing lægri

Í oktober var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.400 krónur. Hetta er næstan eitt prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Á grafinum niðanfyri sæst, at í oktober fingu menn 44.500 krónur í miðal, sum eru 30 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 31.000 krónur í miðal.  

Samanborið við sama mánað árið fyri, er útgoldna miðallønin vaksin við 0,3 prosentum hjá monnum og 1,8 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.  

[px-graph-7]

 

Um lønarhagtølini

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

Orðalýsingar:

  • "Undir privatum ræði" fevnir um  "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
PX Web Graph News
Viðm.: Sí niðast fyri lýsing av ræði.
Viðm.: Miðal verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð.