Gransking og menning
12. okt 2026
Granska og menna fyri 1,3 prosent av BTÚ í 2025 — eitt vet meira enn í 2024

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning á royndarstigi sum prosentpartur av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) er høvuðshagtalið. Tað verður nýtt til at samanbera granskingar- og menningarvirksemið millum lond. Evropasamveldið hevur sum mál, at útreiðslurnar til gransking og menning skulu vera 3 prosent av BTÚ í 2030.
Í 2025 varð granskað og ment fyri 388 milliónum krónur í Føroyum. Tað svarar til 1,3 prosent av BTÚ. Tað er 0,1 prosentstig hægri enn árið frammanundan. Bruttutjóðarúrtøkan í Føroyum í 2025 var 29,5 milliardir krónur, sum er ein vøkstur upp á 5,6 prosent. Um Føroyar skuldu rokkið 3 prosent av BTÚ í 2025, skuldu útreiðslurnar verið tilsamans 885 milliónir krónur, ella 500 milliónir krónur meira.
[px-graph-1]
Føroysku útreiðslurnar til gransking og menning lægst í Norðurlondum
Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum kunnger endalig hagtøl fyri gransking og menning fyri 2025. Svøríki hevur kunngjørt fyribils hagtøl sum vísa, at útreiðslurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ vóru 3,5 prosent í 2025. Í árunum 2022 til 2024 vóru føroysku útreiðslurnar í gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægst í øllum Norðurlondum.
Útreiðslurnar, sum partur av BTÚ í Føroyum, hinum Norðurlondunum og ES síggjast her fyri árini 2022, 2023, 2024 og 2025.

Almennir stovnar fremja grundgransking — privata vinnan fremur menningararbeiði
Almennir og hægri útbúgvingarstovnar fremja í størstan mun grundgransking. Í 2025 vóru 55 prosent av útreiðslunum í grundgransking og einans 12 prosent í menningararbeiði. Harafturímóti er tað tann privata vinnan, sum fremur menningararbeiði. Heili 66 prosent av útreiðslunum vóru í menningararbeiði og einans 10 prosent í grundgransking.
Grundgransking hevur sum fremsta mál at útvega nýggja vitan um grundarlagið undir fyribrigdum og sjónligum sannroyndum, uttan nakra ávísa nýtslu í huga.
Nýtslugransking fevnir um upprunaligar kanningar, sum miða eftir at útvega vitan at nýta til ávíst endamál ella ætlan.
Menningararbeiði fevnir um skipað arbeiði, ið byggir á vitan frá gransking og royndum til at framleiða nýggjar vørur og tilgongdir ella betra verandi vørur ella tilgongdir.
[px-graph-2]
Granska serliga í náttúruvísind, aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum
Samlað eru 81 prosent av granskingarútreiðslunum í Føroyum í náttúruvísind ella í aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum.
Einans 19 prosent av útreiðslunum eru í verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindum, samfelagsvísind ella hugvísind og list.
Tað er eisini greitt, at privata vinnan granskar í aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum. Almennir stovnar granska í stóran mun í náttúruvísind, meðan hægri útbúgvingarstovnar granska meira javnt býtt millum flest øll fakøkini.
Tað verður granskað og ment innan ymisk fakøkir, og í sambandi við hagtalsarbeiði eru tey flokkað á seks flokkingar eftir OECD. Flokkingarnar eru náttúruvísind, aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindir, verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindir, samfelagsvísind ella hugvísind og list
[px-graph-3]
Tilfeingisvinnan størstu framgongdina
Stovnar og fyritøkur í tilfeingisvinnuni granskaðu og mentu fyri 210 milliónir krónur í 2025. Tað er ein hækking á 92 milliónir krónur, ella 78 prosent.
Harafturímóti høvdu stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni eina lækking á 40 milliónir krónur, 20 prosent lægri enn í 2024.
Tilfeingisvinna fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu, meðan framleiðsluvinna fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.
Tænastuvinna fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleigu, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.
[px-graph-4]
Vinnufeløg størst útreiðslur
Útreiðslurnar í gransking og menning hækkaðu við 28 prosentum hjá privatum vinnufeløgum í Føroyum. Tað eru 57 milliónir krónur meira enn árið fyri. Serliga eru tað rakstrarútreiðslur, sum eru hækkaðar. Samlaðu útreiðslurnar í gransking og menning hjá tí almenna og hægri útbúgvingastovnum minkaðu 4 prosent.
[px-graph-5]
Færri granska og menna
Tað vóru tilsamans 242 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2025. Tað eru 19 ársverk minni enn í 2024. Kynsbýtið er 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur. Menn eru í 84 prosent av teknisku størvunum meðan umleið eins nógvar kvinnur og menn eru granskarar.
Eitt ársverk er roknað sum arbeiðsorkan hjá einum fulltíðarstarvsfólki í eitt ár.
[px-graph-11]
Hagstova Føroya kunnger hagtøl um gransking og menning á royndarstigi í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir hondbókini Frascati, ið er ein altjóða hondbók við leisti og eru hagtølini tí altjóða sambærlig.
Allýsingar
Gransking og menning
Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi:
1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.
2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnað ikki G&M-virksemi.
3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.
4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk.
5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.
GERD er samlaðu innlendis útreiðslurnar til gransking og menning (en: gross domestic expenditure on R&D). GERD – serliga GERD, sum %-partur av BTÚ – er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning.
GERD fevnir um samanløgdu útreiðslurnar fyri alla gransking og menning, ið er framd innanlands í ávísum tilvísingarskeiði. T.e. allar útreiðslur fyri gransking og menning, ið er framd í teimum fýra geirunum, eisini við útlendskari fígging (frá uttanlandsgeiranum). Hinvegin fevnir GERD ikki um G&M, ið er framd uttanlands, hóast hendan kann vera framd av føroyskum granskarum ella við føroyskari fígging.
Einans gransking og menning, ið er framd innanveggja (en: intramural), tað vil siga av eindini sjálvari er tald við. Fígging og keyp av gransking og menning (en: funding for and extramural R&D), verður ikki tald við. Soleiðis verður tryggjað, at onki verður talt tvær ferðir.
% av BTÚ: Útreiðslur til G&M sum %-partur av bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum.
BTÚ er mát fyri samlaða virði av øllum vørum og tænastum, sum verða framleiddar í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.
BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum.