Húski
18. aug 2026
Húskini fjølgast - nú yvir 20.000 húski í Føroyum

Í góðum fjórða hvørjum húski býr eitt fólk

Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum. Tað er 187 fleiri enn við ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 603 fólkum.

[px-graph-1]

Í góðum fjórða hvørjum húski - 28 prosent - býr eitt fólk, í tali 5.579 húski. Hetta er størsti húskisbólkur. Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er bólkurin tvey vaksin uttan børn. Fyrsta juli vóru tey 5.017 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum í Føroyum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

[px-graph-2]

Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini við einum vøkstri á 39 prosentum, síðan 1 januar 2014. 

[px-graph-3]

Stutt um húskini 

Húski eru persónar sum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Húskini verða gjørd upp fyrst í mánaðinum. Talan er um fulla populatión. Talið á persónum í húskjunum er tað sama, sum fólkatalið í Føroyum. Vaksin eru persónar 18 ár og eldri.

PX Web Graph News