Arbeiðsmegi, kanning
13. nov 2026
Kanning í gongd: Eru vit framvegis líka virkin á arbeiðsmarknaðinum?

Hagstova Føroya ger árligu kanningina um arbeiðsmegina í døgunum 15. til 20. november. Tað eru 1.300 fólk, sum eru tilvildarliga vald at luttaka.

Altjóða sambærlig kanning

Arbeiðsmegikanningin er afturvendandi árlig spurnakanning, sum verður gjørd seinast í november á hvørjum ári. Endamálið er at gera arbeiðsmegina í Føroyum upp fyri fólk í aldrunum 15 til 74 ár, ið eru búsitandi í Føroyum.

Hagtølini um arbeiðsmegina verða gjørd í samsvari við ásetingar frá altjóða arbeiðsstovninum, International Labour Organization (ILO), undir Sameindu Tjóðum. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum.

Føroyska arbeiðsmegin lutfalsliga størst í Evropa

Í november í fjør vóru 32.757 fólk í føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin telur tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu. Arbeiðsmegin sum partur av fólkinum í aldursbólkinum, nevnt vinnutíttleiki, var 84 prosent millum tey 15 til 74 ára gomlu í fjør. Hetta er hægsti vinnutíttleiki í Evropa.  

Seinastu kanningarnar hava víst, at føroyski vinnutíttleikin er hægri í nærum øllum aldursbólkum. Niðanfyri sæst samanbering við Ísland, Danmark og ES. Munurin kemst serstakliga av, at Føroyar hava fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum. 

Vinnutíttleiki, aldursbólkur

Stutt um kanningina

Flestu persónar verða bólkaðir sum í arbeiðsmegini - sum arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys - við støði í almennum skráum. Av teimum eftirverandi verða 1.300 tilvildarlig fólk vald at luttaka í kanningini. Tey, sum hava Mínboks, fáa møguleikan at svara umvegis netið. Hagstova Føroya fer at ringja til teirra, sum ikki hava Mínboks – umframt tey, ið ikki hava svarað umvegis Mínboks. Telefonnummarið hjá Hagstovuni, sum ringt verður út við, er 352828.

Les meira

Meira kunning um kanningina kanst tú lesa her, umframt á temasíðuni.

Greinin við altjóða sambærligu tølunum fyri í fjør er at finna her.