Rakstur
07. okt 2026
Úrslitið í botnfiskiveiðu útvið 200 milliónir krónur í 2025

Roknskaparhagtølini fyri 2025 vísa, at úrslitið í øllum vinnum samlað lækkaði annað árið á rað. Meðan úrslitið í millum annað 'Aling' og 'Byggivinnu' lækkaði, so hækkaði úrslitið í bæði 'Framleiðsluvinnu', 'Gisting og matstovuvinnu', 'Sølu, útleigan og umsiting av fastognum' og úrslitið í 'Botnfiskiveiðu' er hægri enn nakrantíð áður.

Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2022 til og við 2024 og 2025 er uppgjørt fyri fyrstu ferð. Harumframt eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'. 

Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið minni góð í 2025 í mun til 2024. Í 2023 høvdu vinnurnar úrslit á 3,8 milliardir krónur, men í 2024 minkaði úrslitið samlað fyri allar vinnur niður á 3,4 milliardir krónur og í 2025 niður á 3 milliardir krónur.

[px-graph-1]

Byggivinnan verri úrslit

Í bólkinum ‘Landbúnaður, fiskiveiða og aling’ var úrslitið 1,1 milliardir krónur, ið er ein minking triðja árið á rað og góð sjey prosent lægri enn úrslitið fyri hendan bólkin í 2024. Í ‘Byggivinnu’ lækkaði úrslitið fyri fyrstu ferð síðani 2021. Frá 2021 til 2024 hækkaði úrslitið í byggivinnuni frá 103 milliónum krónum í 2020 til 262 milliónir krónur í 2024. Í 2025 var úrslitið 230 milliónir krónur, ið er ein lækking á stívliga 12 prosent. Í bólkinum 'Søla, útleiga og umsiting av fastognum' var úrslitið 157 milliónir krónur, ið er ein hækking á smá 42 prosent í mun til 2024, tá úrslitið lá á 111 milliónum krónum. Úrslitið í 'Gisting og matstovuvinnu' er eisini hækkað frá 6,5 milliónum krónum í 2024 til 37 milliónir krónur í 2025.

[px-graph-2]

Úrslitið í botnfiskiveiðu hækkaði við 161 milliónum krónum

Í bólkinum ‘Landbúnaður, fiskiveiða og aling’ eru hægstu úrslitini í ávikavist ‘Aling’ og 'Uppsjóvarveiðu'. Innan ‘Aling’ var úrslitið 468 milliónir krónur í 2025, ið er 18 prosent lægri enn í 2024. Í 'Uppsjóvarveiðu' var úrslitið 394 milliónir krónur, ið er stívliga eitt prosent hægri enn í 2024, tá úrslitið var 389 milliónir krónur. Úrslitið vaks mest í 'Botnfiskiveiðu' , har tað er hækkað frá 31 milliónum krónum í 2024 til 192 milliónir krónur í 2025. Góða gongdin í 'Botnfiskiveiðu' sæst eisini aftur í útgoldnum lønum, har tølini vísa, at útgoldnu lønirnar í botnfiskiveiðu vóru 56 prosent størri í 2025 samanborið við 2024. 

[px-graph-3]

Úrslitið fyri fiskavirkir hækkaði í 2025

í 2025 var úrslitið í ‘Framleiðsluvinnu’ 700 milliónir krónur, ið er níggju prosent hægri enn úrslitið fyri 2024. 

[px-graph-9]

Her er tað serliga undir vinnugreinabólkinum 'Matvøruframleiðsla' í vinnugreinini 'Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum', at úrslitið er høgt. Úrslitið lækkaði frá 2023 til 2024, men hækkaði nú aftur í 2025. Úrslitið hækkaði úr 535 milliónum krónum í 2024 til 581 milliónir krónur í 2025. 

[px-graph-10]

Úrslitið í byggivinnu lækkað 12 prosent

í 2025 var úrslitið í ‘Byggivinnu’ slakar 231 milliónir krónur, ið er 12 prosent lægri enn úrslitið fyri 2024. 

[px-graph-4]

Her er tað serliga í vinnugreinunum 'Húsasmíð, bæði bústaðar- og vinnubygningar', 'Vegagerð' og 'El-, rør- og annað innleggingarvirksemi' at úrslitið er lækkað við ávikavist 22 milliónum krónum, 14,4 milliónum krónum og 10,7 milliónum krónum samanborið við 2024.

[px-graph-5]

Søla, útleigan og umsiting av fastognum hækkað nógv

Í 2025 var úrslitið í 'Søla, útleigan og umsiting av fastognum' 157 milliónir krónur, ið er ein hækking á smá 42 prosent í mun til úrslitið í 2024.

[px-graph-6]

Úrslitið í gisting og matstovuvinnu hækkað annað árið á rað

Aftaná korona hevði 'Gisting og matstovuvinna' positiv úrslit í 2021 og 2022. Í 2023 var úrslitið tó aftur negativt við -5,5 milliónum krónum. Í 2024 var úrslitið tó aftur positivt við 6,5 milliónum krónum og í 2025 endaði úrslitið á gott og væl 37 milliónum krónum. 

[px-graph-7]

Undir korona og árini eftir vóru tað serliga 'Gistingarhúsini' sum togaðu úrslitið fyri 'Gisting og matstovuvinnu' niður, men í 2025 var úrslitið fyri 'Gistingarhús' smáar 30 milliónir krónir, ið er sløk tvey prosent hægri enn úrslitið á knappar 11 milliónir krónur í 2024. Úrslitið fyri 'Matveitingarvirksemi' hækkaði frá -4 milliónum krónum í 2024 til 7,6 milliónir krónur í 2025.

[px-graph-8]

Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í ársúrslitunum, ið eru greinaði omanfyri.

Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Dømi: 

A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða  - NACE 1. stig, Bólkar 

A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir

A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar

A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig

A03.11.10 Botnfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining

Geirin 'Ikki-fíggjarlig feløg'

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum 'Ikki-fíggjarlig feløg', tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.

Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran 'Ikki-fíggjarlig feløg':

  • 'K Fígging og trygging', ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.
  • 'O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar'
  • 'T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu'
  • 'U Virksemi hjá altjóða felagskapum'
PX Web Graph News
Viðm.: Nace 1. stig, bólkar. "..." er trúnaðarvart.
Viðm.: NACE 3. stig, flokkar og NACE 5. stig, vinnugreinar, føroysk greining
Viðm.: NACE 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE 4. stig, vinnugreinar
Viðm.: NACE, 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE 3. stig, vinnugreinar. "..." er trúnaðarvart. ".." hevur ongi feløg.
Viðm.: NACE, 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE, 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE, 2. stig, deildir