Útflutningur av vørum
16. sep 2026
Útflutningurin av laksi vaksin eina milliard krónur

Samlað varð útflutt fyri knappar 14,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá august 2025 til juli 2026. Tað eru 1,5 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin knappar 1,8 milliardir krónur, ella 14,7 prosent. Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á makreli, fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum eina milliard krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 17,3 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks góð 25 túsund tons, ella 25,6 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 390 milliónir krónur, ella 32 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 11,9 prosentum.

 

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

Útflutningurin av fiskavørum skiftur á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES og "Asia annars". Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 487 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við nærum 1,3 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 371 milliónum krónum, og til Fraklands við 270 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður 326 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 244 milliónum krónum.

[px-graph-4]

Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Kina, Bretland, Danmark, Niðurlond og Russland. Tey londini sum hava størstan vøkstur av vøruflutningi úr Føroyum eru Kina, Niðurlond og Spania. Útflutningurin til Kina vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fleirfaldaður frá umleið 20 milliónum krónum um mánaðin til nú at nærkast 110 milliónum krónum í miðal um mánaðin. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 120 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og liggur nú um 90 milliónir krónur mánaðarliga.   

[px-graph-5]

PX Web Graph News